| Hvat kostar tað? |
| - Skeytiskriving |
| - Ráðgevingarkostnaður |
| - Býtisavtalur við hjúnaskilnað |
| - Arvabýti |
| - Testamentsgerð |
| - Stovna partafelag |
Advokatyrki
Testamenti
- tú hevur ávirkan á, hvussu ogn tín, verður býtt, tá tú doyr.
- tú kann gera testamenti um helvtina av ogn tíni.
- er testamenti ikki gjørt, verður arvurin lutaður út eftir reglum í arvalógini.
Tvangsarvur
Tann arvur sum tú ikki kann taka frá tvangsarvinum (børnum og hjúnafelaga) við at gera testamenti.
Hvussu nógv kann gevast burtur við testamenti?
Helvtin (1/2) kann testamenterast burtur.
- Um børn ella hjúnafelagi eru eftir teg, kanst tú bert við testamenti geva helvtina av ognum tínum burtur. Hetta tí at børn og hjúnafelagi eru tvangsarvingar tínir og hava krav uppá í minsta lagi helvtina eftir teg.
- Sama er galdandi um bara børn eru ella bara hjúnafelagi.
Um ongi børn ella hjúnafelagi eru - also ongir tvangsarvingar eru.
Hvørjum roknast brøkarnir av - hvat er ogn mín?
Giftur persónur eigur helvtina av felagsbúnum hjá hjúnunum, og kann við testamenti ráða á 1/2 av hesi ogn síni - altso 1/4 av felagsbúnum.
- Semjast hjúnafelagaðar um at gera eitt felags testamenti, so kunnu hesi ráða yvir helvtini av samlaða felagsbúnum - altso 1/2 av felagsbúnum.
- Ein hjúnafelagi sum situr við óskiftum búgvi, eigur helvtina av felagsbúnum, og kann við testamenti ráða yvir helvtini av hesari, nevniliga 1/4 av felagsbúnum. Roknað verður ikki við arvinum eftir hjúnafelagan fyrr enn óskifta búgvið verður skift.
- Ógiftur persónur skal ikki býta við nakran, og ræður sjálvandi á øllum ognum sínum.

Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 61 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883
Vis stort kort
