Advokatyrki

   Semjur skulu finnast:
  • Hvør er mín RÆTTUR - juridiskt ? 
  • Dialogur trupul í kappingarumhvørvi.
  • Kostnaðarmikið í tíð, krónum og orku.

Nýggj lóggáva á økinum um keyp og sølu av fastogn á trappunum:

ANGRA EITT` HÚSAKEYP: Nú ber til at angra eitt húsakeyp innan ávísa stutta freist frá tí at avtalan varð gjørd, sí lógina niðanfyri

LØGTINGSLÓG NR. 137 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM BRÚKARAVERND Í SAMBANDI VIÐ AT KEYPA OG SELJA FASTOGN O.A. (er sett í gildi frá 1.jan 2012)

  • Iðranarrættur til keypara, sum annars hevur gjørt avtalu um keyp av húsum, men nú kann angra - undir ávísum treytum
  • Eigaraskiftistrygging, sum saman við støðisfrágreiðing um ognina tekur hædd fyri fjaldum manglum við keyptu ognini




LØGTINGSLÓG NR. 136 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM KEYP OG SØLU AV FASTOGN O.A. (kemur í gildi frá 1.juli 2012)

  • Selaraumboðið. kann bert umboða seljaran og ikki krevja at keyparin eisini rindar meklaranum í samband við sølutilgongdina.
  • Seljaraumboðið/meklarin kann ikki treytað góðtøku av keypsboði av at sleppa eisini at umboða keyparan
  • Setur krøv til seljaraumboðið/meklaran at veita upplýsingar um evt. fíggjarligt tilknýti og evt. fjaldir ágóðar frá hesum í samband við sølu eitt nú frá banka ella trygging.
  • Setir bann fyri at meklarin kann knýta søluna/keypið at ávísum tænastum, so sum t.d. fígging frá ávísum peningastovni, ella trygging frá ávísum tryggingarfelag

 

RSSBloggur


30 / Mar / 2011

Arvur og mediatión

Systkin møtast at tosa um at býta tað jarðiska góðsið eftir foreldrini. Ein óvanlig og trupul støða. Ein støða, sum lættliga kann gerast hættislig fyri alt framtíðar samskifti millum arvingarnar.At býta materiell virði kann í sjálvum sær vera trupult, og uppaftur truplari gerst hetta, tá snýr seg um arv, tí her eru sterkar persónligar kenslur íblandaðar.Kenslur, sum tey eftirsitandi á einhvønn hátt ótalað hava sínamillum,

22 / Feb / 2011

Citat frá Simon Peres

Simon Peres, ísraelski politikarin, tosaði í samrøðu við danska sjónvarpsmannin í DR um konfliktina/friðartilgongdina í Ísrael, og segði m.a. soleiðis um sínar persónligu royndir um tilgongd til konfliktir:”Tveir partar í konflikt merkir ymisk sjónarmið, men eg trúgvi ongantíð at bert tvær loysnir finnast – antin at vera fyri ella ímóti. Eg leiti altíð eftir tí triðju loysnini, sum eg veit, liggur onkustaðni aftanfyri. Samráðing snýr

31 / Jan / 2011

Semingsstovnurin vaðar út har ...

Áhugavert at fylgja við á síðulinjuni, hvussu semingsstovnurin tykist at arbeiða, tá arbeiðsósemjur eru. Serliga spennandi bleiv tað nú, tá semingsstovnurin tók eitt stig, sum var út um tað, sum vanligt er, nevniliga av sínum eintingum at seta fram eitt semingsuppskot - sum so bleiv forkastað av øðrum partinum.Semingsstovnurin hevur fingið til uppgávu at lofta pørtum, sum ikki evna sjálvir at koma til eina avtalu