Advokatyrki

Rættarhjálpatrygging

Hvat merkir tað at hava rættarhjálpatrygging?
Svar: Tryggingin rindar neyðugan advokatkostn. til egnan advokat og annan kostnað, sum t.d. útreiðslur til sýn í samband við rættarmál, t.d. um manglar í samband við keyp ella arbeiði sum gjørt er.

Hvør hevur rættarhjálpatrygging?
Svar: Tey sum eiga sethús og hava pakkatrygging. Flestallar fastognartryggingar í dag eru pakkatryggingar og sostatt eisini rættarhjálpatrygging.

Fevnir hon um allar trætur?
Svar: Nei - og bara um privat og ikki vinnulig viðurskifti

Er neyðugt at rættarmálið endar við dómi?
Svar: Nei, um fyrireikandi stig til rættarmálsførslu hava verið neyðug fyri at fáa semju í lag, so hevur tryggingin eisini møguleika at rinda - hóast semja verður gjørd - áðrenn málið kemur til dóms.

Dømi um øki, har tryggingin eigur at brúkast:
Í samband við keyp av fastogn, har manglar eru, sum seljarin ikki vil viðurkenna ella fæst at fáa í rættlag innan rímiliga tíð.

Hvør er munurin á rættarhjálpatrygging og fríari rættarmálsførslu, sum tað almenna rindar?
Fría rættarmálsførslu fær tú bert, um tú hevur inntøku undir ávísa upphædd. Rættarhjálpatryggingin hevur ikki slíka avmarking.



Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn

Samband

hentze@hentze.fo 
Tlf.:  (+298) 61 91 91 
Fax.:(+298) 31 14 90


Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
 

(+298) 519700

Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
 
(+298) 511883


Vis stort kort