Advokatyrki

Húsini Norðurrás 19, Tórshavn

Eini hús í serflokki og júst tey røttu til tín, sum leggur dent á kvalitet og byggilistarligt umhvørvi.

Rúmini eru stór og ljós við vøkrum útsýni yvir húsatekjurnar í Havn, eitt nú móti Vesturkirkuni eins og inn í sera vakra og hugnaliga nærumhvørvið, sum húsini liggja í við skógarvøkstri og vøkrum náttúruklettum.

Húsini eru púrasta nýggj, liðugtbygd i sept. 2010. Tey eru stoypt við serligum tilbygningi í viðið. Betongdekk er millum hæddirnar. Hitapumpa er okukeldan, sum nýtt verður. Ongin radiatorar eru, og gólvhiti er í øllum húsinum.

Búvíddin er um 300 m2 býtt upp á 3 hæddir.

Í niðastu hæddini, sum eisini er høvuðsinngond eru 4 kømur, 1 baðiverilsi, umframt hjúnarúm við egnum baðirúmi við brúsu og baðikari. Eisini er her vaskikjallari.
Frá niðastu hæddini er eisini úgongd í tún á suðurvestur síðuni á húsinum. Frá vaskikjallaranum er útgongd undir hálvtekjuni til stoypta grund til hjall og/ella amboðsskúr.

Í miðhæddini er stórt alrúm, køkur við grovkøki, og spisiborð og softapartur - umframt ein skrivstova. Úr alrúminum er opið samband inn í stovurnar og er her eisini ein sjónvarpsstova burturav.
Frá alrúminum er farandi beinleiðis út á eysturvendu terassuna til fyrrapartssólina.

Í ovastu hæddini er loftsstovan við tí serstaka ljósinum frá teimum stóru vindeygunum og góða útsýninum. Haðani er farandi út á suðurvestur vendu terassuna. 
Á hesi terassu er gjørt klárt til at seta ein heitan pott, gosbað, og er her eisini tilknýtt ein sauna. Henda er ikki heilt liðugtgjørd, men installatiónir og tilfar er tøkt. 
Eisini er goymslurúm á hesi hæddini.

Húsini eru stór og møguleikarnir eru nógvir við teimum og góð parkerringsviðurskifti eru.

Víddin á grundøkinum er 427 m2.

Áhuga biðjast venda sær til okkara á tlf. 619191 ella á fartlef. 219700.

Sí myndir niðanfyri


Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn

Samband

hentze@hentze.fo 
Tlf.:  (+298) 61 91 91 
Fax.:(+298) 31 14 90


Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
 

(+298) 519700

Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
 
(+298) 511883


Vis stort kort