Konfliktmekling
Mediation - Konfliktmægling - Trætumekling - Mekling
Mediatión
Mediatión er altjóða heitið fyri arbeiðið, sum triðjipersónur ger í royndunum at fáa ósamdar partar at semjast. Í orðinum mediatión liggur at viðkomandi triðjipersónur kemur ímillum ella gongur ímillum partarnar.
Mediatión fevnir um nógvar ymiskar mediatiónshættir:
- Upprunaligi hátturin
- Avtalu- ella úrslitavendi hátturin
- Systemiski cognitivi hátturin
- Transformativi hátturin
- Narrativi hátturin
Hvør háttur verður nýttur velst um hugburðin hjá mediator, hvat partarnir ynskja, og hvørji evnini eru.
Konfliktmægling
Keypmannahavar
Universitet hevur eina tað bestu útbúgvingina í mediatión á høgum
støði. Útbúgvingin er grundað á doktararitgerð hjá Vibeke Vindeløv, um
hví og hvussu meditión eigur vera brúkt sum konfliktloysingarháttur
-sum eitt alternativ til eitt nú dómstólaviðgerð.
Mekling
Trætumekling
er føroyska heitið á virksemi mínum sum meklari. Kortini nýti eg eisini
heiti mekling ? semjuloysn við mekling, sum vendir huganum móti
framtíðini og tí góða úrslitinum heldur enn móti trupulleikanum.
Rættartrygdin
Ein týðandi boðskapur hjá Vibeke Vindeløv er rættartrygdin og teir etisku spurningar, sum knýta seg til trætuloysn við mediatión. Mediatión er enn eitt ólógregulerað øki, og setur tí serlig krøv til mediator at ansa sær ikki at virka sum dómari, manipulator etc. Vandi er fyri hesum, um mediator ikki hevur nøktandi kunnleika, og tí ikki er vitandi um ábyrgdina sum fylgir hesum leikluti.
Orðið
konfliktmægling hevur í Danmark og í Skandinavia yvirhøvur nú fest
røtur, og fingið serstaka merking við serligum denti á meklaraetik og -?
ábyrgd.
Trætumekling
Sjálvandi kann orðið konfliktmekling nýtast her hjá okkum, men havi eg hildið tað rættari at brúka føroyska heiti træta - í staðin fyri konflikt. Ein træta og ein konflikt eru meiri og minni fastlæster ósemjur.
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 20 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883
|
|


