| Hvat kostar tað? |
| - Skeytiskriving |
| - Ráðgevingarkostnaður |
| - Býtisavtalur við hjúnaskilnað |
| - Arvabýti |
| - Testamentsgerð |
| - Stovna partafelag |
Advokatyrki
Keypari ofta veikari
Keypari ofta tann veikari parturin.
Tað er ikki meiri kostnaðarmikið fyri keyparan at fáa sær egna advokatumboðan. Skeytikostnaðurin, um 1 % av keypsvirðinum, verður ofta goldin av keyparanum. Hví ikki rinda hesa upphædd til ein, tú veit, umboðar tíni áhugamál í samband við keypið ístaðin fyri til umboð seljarans?
Hvør hevur áhuga í at veita keyparanum nøktandi upplýsing um rættindi síni?
Keyparin
er ofta ikki sjálvstøðugt umboðaður, tí keyparin er ikki vitandi um
møguleikan og tørvin á slíkari umboðan og kanska heldur, at so verður
handlilin enn kostnaðarmiklara.
Ein orsøk kann vera, at hvørki
seljari ella søluumboð hava áhuga í at ráða keyparanum til at útvega
sær sjálvstøðuga umboðan, tí hettar kann kostar seljara pening, men
serliga er tað søluumboðið missir ein góðan handil, nevniliga at fáa 1
% av keypsvirðinum frá keyparanum fyri skeytiskrivingina.
Ikki ókent hevur verið, at húsameklarar hava belastað keypara við 1/2 % fyri sølukostnað, sum seljarin eigur at bera - umframt at meklarin so krevur 1 % fyri at skriva skeytið vegna keyparan.
Keyparin verður bundin av ivasomum avtalum.
Tað eigur ikki at kosta meiri at fáa sær sjálvstøðuga umboðan.
Serliga
átaluvert er tað tí, tá seljaraumboð fyri at tryggja sær ómaksløn fyri
søluna, reelt forðar keyparanum at útvega sær t.d. sjálvstøðuga
advokatumboðan.
Hetta gera húsameklarar, tá teir, sum treyt fyri yvirhøvur at taka móti keypsboði keyparans, binda keyparan at undir-
skriva
váttan um at gjalda part av ómaksløn av sølukostnaðinum ella áleggja
keyparanum at lata seljaran greiða handilin eisini vegna keyparan,
herundir skeytiskrivingina.
Keyparin verður tá reelt forðaður at fáa sær sjálvstøðuga umboðan, sum tá kemur at kosta meiri.
Ein mannagongd í óreiðiligari framferð, sum bert letur seg gera, soleingi sum marknaðurin er seljarans, og sum neyvan heldur í rættinum.
Advokatumboðan
Nær er ráðiligt at fáa sær advokatumboðan
Longu tá farið verður av álvara at bjóða uppá eini hús er skilagott at lata seg umboða av advokati:
- fyri at tryggja sær at boðgevingin fer fram á rættan hátt
- fyri at tryggja sær at røttu spurningarnir verða settir
- og ikki minst fyri at tryggja sær, at Sølumeklarin ikki forðar tær í at fáa sjálvstøðuga við at krevja at umboða teg eisini.
Advokatkostnaður
Avtalast kann, at kostnaður fyri boðgeving og fyrireikandi arbeiði bert verður roknaður, um so er at handilin fæst í lag, tikið verður av boðnum.
Hava positivar útreiðslur verið, so skulu hesar tó gjaldast.

Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 61 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883
Vis stort kort
