Advokatyrki

Hvør skal skriva skeytið?


Skeytið og sjálvstøðug umboðan

Sjálvstøðug umboðan í samband við húsakeyp er ein sjálvfylgja, um tú sum keypari vil tryggja teg best møguligt og vil kenna teg tryggan í hesum handli.

Tann, sum selir húsini umboðar seljarans áhugamál, og tey eru ikki tey somu sum keyparans, sí tað, sum er skrivað her.

Seljaraumboðið handlar vegna seljara og umboðar áhugamál seljarans, sum er at fáa best møguligan prís fyri húsini. Seljaraumboðið, meklarin, umboðar ikki keyparan.

Keyparin sum hevur kritiskar spurningar ella kanska heldur ikki veit ella kennir seg ótryggan í keypistøðini, skal syrgja fyri at fáa sær sjálvstøðuga umboðan, advokat. Um rætt verður atborið, so kostar hetta ikki keyparanum eyka, umframt at sjálvstøðug umboðan gevur ein tryggari og betri handil fyri bæði seljara og keypara, so sleppast kann undan mótmælum aftaná yvirtøkuna um at húsini t.d. ikki vóru í tí standi, sum keyparin helt seg hava keypt tey í.

Kapping um skeytir

Tann einasti sum missir nakað við hesum er seljaraumboðið, meklarin/seljaraadvokaturin, sum ístaðin fyri at fáa ómaksløn frá bæði seljara og keypara, nú bert fær ómaksløn sína goldna frá seljaranum. Keyparin rindar til sítt egna umboð ístaðin fyri til seljarans umboð.

Um seljarin býður sær til at skrivað skeytið tína vegna, so eigur tú  at vita, at hetta fyri seljaran meiri er ein ekspeditiónsspurningur, og at seljarin ikki ger hetta sum tín vegleiðari og ráðgevi. 

Boðskjalið hjá meklarafyritøkunum skal broytast frá 1.juli 2012.

Boðjalið, sum meklarafyritøkurnar INNI  og SKYN í dag framhaldandi nýta, og har sett verður sum treyt fyri at taka móti keypsboði tínum, at tú samstundis bindir teg til at lata hesar eisini greiða handilin tína vegna, verður frá 1. juni 2012 ólógligt, tá nýggja lógin um meklarafyritøkur kemur í gildi.

Frá hesum degi stendur tær frítt at velja umboð títt - og verður tað tá eisini munandi bíligari, tí tá verður kapping á økinum. Eg vil mæla tær til altíð at fá tær egna umboðan.

Bíligari og betri við sjálvstøðugari umboðan. í

Kostnaður mín fyri at umboða keyparan og greiða skeyti er lægri enn tann, sum annars er vanligt á føroyska markanðinum í dag, tvs. 3/4 % (umfr. mvg). Fyri henda prís fær tú herumframt eina munandi betri tænastu enn hana sum seljaraumboðið kann bjóða tær.


Umsíður fingu vit tørvandi lóggávuna á økinum um keyp og sølu av fastogn:


LØGTINGSLÓG NR. 137 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM BRÚKARAVERND Í SAMBANDI VIÐ AT KEYPA OG SELJA FASTOGN O.A.
(gald.frá 1.jan 2012)

  • Iðranarrættur til keypara, sum annars hevur gjørt avtalu um keyp av húsum, men nú angrar - við ávísum treytum
  • Eigaraskiftistrygging, sum saman við støðisfrágreiðing um ognina tekur hædd fyri fjaldum manglum við keyptu ognini


LØGTINGSLÓG NR. 136 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM KEYP OG SØLU AV FASTOGN O.A. (gald. frá 1.juli 2012)

  • Setur bann fyri at ein meklari sum vinnuliga selir  hús kann umboða keyparan eisini
  • Setur krøv til seljaraumboðið/meklaran at veita upplýsingar um evt. fíggjarligt tilknýti til eitt nú banka ella trygging.
  • Setir bann fyri at meklarin kann knýta søluna/keypið at ávísum tænastum, so sum t.d. fígging frá ávísum peningastovni, ella trygging frá ávísum tryggingarfelag





Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn

Samband

hentze@hentze.fo 
Tlf.:  (+298) 61 91 91 
Fax.:(+298) 31 14 90


Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
 

(+298) 519700

Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
 
(+298) 511883


Vis stort kort