| Hvat kostar tað? |
| - Skeytiskriving |
| - Ráðgevingarkostnaður |
| - Býtisavtalur við hjúnaskilnað |
| - Arvabýti |
| - Testamentsgerð |
| - Stovna partafelag |
Húsini Tórgarðsgøta 38

Húsini eru eini eittplanshús, sum liggja í friðarligum øki miðskeiðis í Havnini.
Rúmligur havi er rundan um húsini, sum hava ein góðan sólargang serliga á suður vestur síðuni.
Húsini eru frá 1974 og eru í rættiliga góðum standi. Ymiskar ábøtur eru gjørdar gjøgnum árini.
Húsini eru gjørd við serliga breiðum hurðaopum og við ongum gáttum vælhóskandi til koyristólsbrúkara.
Húsini eru til víddar 157 m 2, innrættað við stórum køki og spísikróki og rúmligari stovu við lítlum kamari knýttum at hesi.
Eitt stórt hjúnarúm er við egnari atgong til baðirúm og við hurð út á suðurvenda terrassu, umframt 2 kømur og eitt wc við brúsu inn frá gongini.
Umframt fýrrúm/vaskirúm er eitt fittligt úthús eisini á økinum. Pláss er avsett til garagu, sum tó ikki er gjørd.
Ketil og oljufýrur eru spildurnýgg og eisini eru rørini í stórum parti av húsinum nýliga útskift.
Ventilatiónsanlegg er eisini í húsinum.
Víddin á grundøkinum er 450 m2.
Prísuppskot 1.975.000 kr.
Sí fleiri myndir her niðanfyri og
flatmynd av húsinum innan her: /myfiles/files/toveflatmynd.PDF
Áhuga biðjast venda sær til okkara á tlf. 619191 ella á fartlef. 219700.

Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 20 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883


























