Advokatyrki

Bindandi boðgeving?

Boðgeving uttan fastan prís:

Galdandi rættur, tá ikki annað er avtalað

Keypari sum gevur keypsboð, er bundin av hesum, um seljarin tekur av.

Keyparin, er tó bert bundin í so langa tíð, sum rímiliga kann gevast seljaranum at fáa boðið og taka støðu til tað, tvs. vanliga max. 1-2 dagar.

Ynskir seljarin fleiri upplýsingar frá keypara, t.d. um fígging, yvirtøkudag  v.m., so verður freistin roknað frá tíð degi, seljarin hevur fingið hesar upplýsingar.

Onki er tí í vegin fyri, at keyparar, sum hyggja at fleiri húsum, kunnu rokna seg leysar av givnum boðum, sum seljararnir ikki hava ackepterað innan tað rímiligu ásettu tíð, og sostatt kunnu bjóða uppá onnur hús samstundis.

Soleiðis selja advokatar í Føroyum hús.


Hvussu selja húsameklarar í Føroyum hús:

Flestallir nýta eitt boðskjal, sum ger at omanfyristandandi reglur, verða settar úr gildi.

Hetta boðskjal skulu boðgevarar undirskriva, fyri at húsameklarin góðtekur boðið. Og í hesum boðskjali stendur annað enn bert ein prísur ella eitt krav um fígging. Boðskjalið setir boðgevan/keyparan órímiliga illa, og viðførir eina mannagongd, serføroyska, sum bert letur seg gera orsakað av tørvandi lóggávu á økinum.

Endamálið við boðskjalinum er:

  • at binda keyparan til boðið ? uttan at seljarin verður bundin samsvarandi.  

Hetta verður gjørt við, at keyparin longu við boðgevingina má taka støðu til hvussu leingi boðið skal vera ikki bara hangandi, men eisini bindandi. Hetta kann í onkrum førum vera skilagott fyri boðgevan, men er tað ofta ikki. Tí í hesum tíðarskeiði kann ikki bjóðast uppá onnur hús ? og tað hóast als ikki er vist, at seljarin yvirhøvur tekur av boðnum. Seljarin kannnevniliga frítt velja og vraka ímillum øll innkomin boð, og eingin freist er í boðskjalinum umnær hetta skal gerast.  

  • at binda keyparan til ein keypssáttmála uttan at samráðingar yvirhøvur hava verið millum seljara og keypara. Boðskjalið verður kallað ein keypssáttmáli. 
  • at binda keyparan til ikki at fáa sær ráðgeving aðrastaðni, t.d. hjá advokati, við at binda keyparan til at lata húsameklaran, umboð seljarans, greiða allan handilin. Boðgevin skrivar undir tá boð verður givið, at húsameklarin skal skriva skeytið.
     
Hesar reglur um húsameklarar eru skrivaðar grundað á boðskjøl, sum liggur á heimasíðum hjá nøkrum av húsameklarafyritøkum okkara.


Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn

Samband

hentze@hentze.fo 
Tlf.:  (+298) 61 91 91 
Fax.:(+298) 31 14 90


Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
 

(+298) 519700

Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
 
(+298) 511883


Vis stort kort