| Hvat kostar tað? |
| - Skeytiskriving |
| - Ráðgevingarkostnaður |
| - Býtisavtalur við hjúnaskilnað |
| - Arvabýti |
| - Testamentsgerð |
| - Stovna partafelag |
Advokatyrki
Áseting av kostnaðinum
Vinnulig og privat viðskiftafólk.Nógv tann størsti parturin av viðskiftafólkunum hjá advokatum er vinnufyritøkur, og nógv tann størsti parturin av inntøkuni hjá advokatunum stavar frá hesum.
Tann minni parturin er fólk, sum venda sær til advokat í privatum ørindum.
Fyri vinnufyritøkur er onki óvanligt í at útvega sær advokatráðgeving. Privat eru ikki so skjót at venda sær til advokat. Neyvan nakað at ivast í, at spurningurin og ivin um kostnaðin hevur týdning.
Advokatkostnaður er ymiskur fyri vinnuligar og privatar kundar.
Siðvenjan hevur verið at áseta advokatkostnaðin í procentum í mun til tær peningaupphæddir/virðir, sum málið snýr seg um. Jú hægri virði tess hægri samsýning. Seinni árini er líðandi farið frá hesum til ístaðin at áseta kostnaðin sambært tímanýtslu, so at samsýningin stendur betur í mun til arbeiðsorkuna.
Tímataksturin fyri vinnuliga ráðgeving er tó framvegis ofta hægri enn ráðgeving til privat, hetta tí at
- advokaturin krevur hægri tímagjald fyri handfaring og ábyrgd av stórum pengavirðum
- vinnufyritøkan hevur betur ráð at gjalda
- vinnufyritøkan dregur advokatkostnaðurin frá sum rakstrarkostnað
- vinnufyritøkan fær mvg´ið endurgoldið

Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 61 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883
Vis stort kort
