Skeið og fyrilestrar
Fyrilestrar
Fyrilestrar kunnu vera longri ella stytri og kunnu vera skipaðir eftir ymsum
leistum - t.d. sum eitt lutvíst samspæl við luttakararnar.
Evnið vil hava okkurt við niðanfyrinevndu viðurskifti at gera, men vera tillagað til luttakarabólkin:
Konfliktfatan og konflikthandfaring
Hvat er ein konflikt, hvussu ávirkast henda, hvussu handfara vit hana og hvørjar loysnir eru.
Samráðingarevni
Hvussu handfara vit ósemjur og hvussu gerat vit betri forhandlarar.
Mediatión/konfliktmekling
Hvat er mediatión. Hvat kann ein mediator. Hvørjar ósemjur hóska til mediatión, og hvussu tekur ein fyrsta stigið.
Skeið
Skeið verður javnan útboðið, men serligar avtalur kunnu eisini gerast við bólkar.
Les nærri um seinasta skeiðið og kostnaðin her.Skeið í mediatión 2011 - okt. mánaða
Kostnaður
Fyrilestrar og skeið verða løgd til rættis eftir, hvør málbólkurin er, so skeiðið gerst viðkomandi fyri luttakararnar.
Vegleiðandi prísur fyri fyrilestur er:
Fyrilestur ca. 2 tímar, kann roknast við kostnaði um kr. 5.000 + mvg.
Serligar avtalur kunnu gerast um skeiðskostnað, tá snýr seg um bólkar.

Tróndargøta 19
FO- 100 Tórshavn
Samband
hentze@hentze.fo
Tlf.: (+298) 61 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90
Turið Debes Hentze
adv. og mediator m.m.c.r.
(+298) 519700
Kristina Samuelsen
adv. fulltrúi
(+298) 511883
Vis stort kort
